Fingið nýggjan verjukendan leikara

19. januar 2018

Nýggi útlendski KÍ leikarin hevur ongantíð áður leikt í Føroyum

KÍ hevur í mun til síðsta kappingarár mist tveir royndar miðverjar í Jonas F. Rasmussen og Ahmed Mujdragic. Fyrr í vetur hevur KÍ styrkt seg við serbiska verjuleikaranum Deni Pavlovic og nú er ein annar styrkur komin til verjupartin. KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 28 ára gamla verjukenda leikaran Marko Dusak úr Kroatia. Hann er 1,91 metur høgur og hevur seinastu tvey kappingarárini spælt við NK Krsko, sum spælir í bestu deildini í Slovenia. Har hevur hann verið eitt sindur inn og út av liðnum og hevur spælt bæði sum miðverji og verjukendur miðvallarleikari. Nú við ársenda í 2017 gekk sáttmálin út við NK Krsko, og nú hevur verjukendi leikarin valt at royna seg í Føroyum og KÍ. Marko Dusak kemur væntandi til landið sunnudagin.

Marko Dusak hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri kappingarárini 2018 og 2019.


Seinastu tíðindi

KÍ fingið miðvallarleikara
08.01.2019
Darius Lewis til KÍ
08.01.2019
KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018