Hava fingið danskan styrk

15. januar 2018

Felagið hevur fingið danskan styrk

Talan er um 24 ára gamla Ronni Møller-Iversen, sum er álopssinnaður leikari, sum serliga hevur leikt sum vinstri vongur, men sum eisini kann røkja onnur pláss í álopspartinum. Ronni hevur seinastu árini spælt við Thisted. Hetta kappingarárið hevur Thisted spælt í næstbestu donsku deildini. Har hevur Ronni havt trupult við at vunnið sær fast pláss á liðnum. Av 19 dystum hevur hann verið innskiftur í 15 dystum, meðan hann byrjaði inni tvær ferðir.

Sáttmálin millum KÍ og Ronni Møller-Iversen er galdandi fyri kappingarárið 2018.


Seinastu tíðindi

KÍ fingið miðvallarleikara
08.01.2019
Darius Lewis til KÍ
08.01.2019
KÍ fingið nýggjan leikara
15.12.2018
Bylgju Cup 2018
15.12.2018
Ársins stjørnuskot nýggjan sáttmála
07.12.2018