Hava styrkt um verjupartin

11. januar 2018

Felagið hevur fingið nýggjan verjuleikara í hópin.

KÍ hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla serbiska verjuleikaran Deni Pavlovic. Deni er miðverji, 1,86 metur høgur og hevur eisini spælt nakrar dystir seinastu árini sum høgri bakkur og verjukendur miðvallarleikari. Seinasta hálva árið hevur hann spælt við Novi Pazar í næstbestu serbisku deildini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein KÍ fær ein leikara við fortíð í Novi Pazar, tí tað høvdu bæði Ahmed Mujdragic og Semir Hadzibulic eisini. Árini 2013-2016 spældi hann við Cukaricki og Vozdovac í bestu deildini í Serbia, har tað tilsamans bleiv til 39 dystir.

KÍ boðar frá, at sáttmálin við Deni Pavlovic er galdandi fyri kappingarárini 2018 og 2019.


Seinastu tíðindi

Vinnaraseðlarnir frá lutaseðlasøluni
10.08.2018
Ein gevandi og mennandi túrur
31.07.2018
FSF Street Cup 2018
31.07.2018
Video upptakt
19.07.2018
Aksel B. Danielsen útleigaður til EB/Streym
07.07.2018