Sunnudagin 10. Desember verður KÍ høllin karmur um árligu firmakappingina.

04. desember 2017

Skipað verður fyri innandura fótbóltskapping har virkir, stovnar og feløg bresta saman í leiki. Leiðslur í fyritøkum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri síni starvsfólk - leiðslurnar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi

Hvørt liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á vøllinum í senn. Bert ein EFFO-leikari kann verða á vøllinum fyri hvørt liðið í senn . Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á vøllin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. Annars eru vanligir reglar galdandi, sum vit kenna teir í Klaksvík

Nú er avgjørt, at kappingin byrjar kl. 15.00. Finalan væntast at blíva spæld kl. 20.00 ella har áleið.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv

Umframt steyp og medaljur fær vinnandi liðið 5 stk. árskort til allar heimadystir í Effo-deildini hjá KÍ næsta kappingarár.

Tilmelding hjá Meinhardt, á telefon 765050, ella umvegis teldupostin


Seinastu tíðindi

Ársins jólagáva
07.12.2017
Sunnudagin 10. Desember verður KÍ høllin karmur um árligu firmakappingina.
04.12.2017
Innandurakappingin Bylgju Cup 2017
04.12.2017
Liðskiparin á U21 landsliðnum spælir í 2018 við KÍ
15.11.2017
Oddur nýggjur ungdómsvenjari
07.11.2017