Innandurakappingin Bylgju Cup 2017

04. desember 2017

Í døgunum 29.-30. desember 2017 skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini fyri gentur og dreingir í øllum aldri. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2016 vóru áleið 100 lið við umleið 500 leikarum, sum komu úr øllum landinum. FSF hevur til komandi kappingarár broytt aldursbólkarnir, so at kappast verður m.a. í U17, U15, U13 og U11. Kappingarnar í Bylgju Cup 2017 koma at hava somu aldursbólkar og nøvn sum til komandi kappingarár. Afturat hesum verður kapping hjá vaksnum, sum vit kenna hana frá undanfarnu árum.

Kappingin umfatar:

U 7 dreingir 5-6 ár (f. 2011-12)
U 9 dreingir 7-8 ár (f. 2009-10)
U 11 dreingir 9-10 ár (f. 2007-08)
U 13 dreingir 11-12 ár (f. 2005-06)
U 15 dreingir 13-14 ár (f. 2003-04)
U 17 dreingir 15-16 ár (f. 2001-02)
U 19 dreingir 17-18 ár (f. 1999-00)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2017 á vøllinum samstundis)

Væntandi verður spælt soleiðis:

Fríggjadagin 29. desember: U19, U17, U15, U13 og allar gentukappingarnar

Leygardagin 30. desember: Vaksin, U7, U9, U11

Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til. Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Aldursbólkarnir eru teir somu á gentusíðuni tó at tað verður U18 kapping ístaðin fyri U17 og U19 eins og FSF skipar sína kapping í 2018.

Hvørt liðið telur 5 leikarar og hægst 1 skiftisleikara, tó spæla U17, U19 og Vaksin við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.
Dómarar verða í stóran mun núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu ella næst bestu deildini.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort, meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3. Hjá U19 er pizza gávukort til vinnandi liðið.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Tilmelding á tlf. ella SMS til tlf. 295401 ella á privat boð hjá Bláu Bylgjuni á facebook. Tilmeldingin verður váttað, tá hon er komin, so tilmeldingarpersónurin fær váttan fyri at liðið er tilmeldað.

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 3. jólakvøld mánakvøldið 27. desember kl. 19.00.

Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr.


Seinastu tíðindi

Ársins jólagáva
07.12.2017
Sunnudagin 10. Desember verður KÍ høllin karmur um árligu firmakappingina.
04.12.2017
Innandurakappingin Bylgju Cup 2017
04.12.2017
Liðskiparin á U21 landsliðnum spælir í 2018 við KÍ
15.11.2017
Oddur nýggjur ungdómsvenjari
07.11.2017