Liðskiparin á U21 landsliðnum spælir í 2018 við KÍ

15. november 2017

Hann hevur umboðað barndómsfelagið B68, NSÍ, danska Vendsyssel (í næstbestu donsku deildini) og til seinast Skála

Hóast Hákun Edmundsson, sum er miðvallarleikari, bara er 21 ára gamal, so hevur hann spælt 88 dystir í bestu deildini. Hann hevur eisini umboðað føroysku U17, U19 og nú U21 landsliðið, har hann er liðskipari. Hann spældi eisini fimm dystir í 2016, harav tríggjar sum innskiftari, fyri danska felagið Vendsyssel og felags fyri teir var, at Vendsyssel vann allar dystirnar.

Sáttmálin millum KÍ og Hákun er galdandi fyri 2018.


Seinastu tíðindi

Fimm KÍ-arar úttiknir til A-landsliðsvenjing
20.10.2018
Ábyrgdarfólk Futsal kappingarárið 2018/2019
20.10.2018
KÌ fegnast um nýggjan áleypara
18.10.2018
KÍ eigur bulin á U21
13.10.2018
Skjøtul settur á nýggjan fótbóltsvøll
08.10.2018