Oddur nýggjur ungdómsvenjari

07. november 2017

Ungdómsdeildin verður uppraðfest og tað merkir, at ein fulltíðar ungdómsvenjari nú verður settur í KÍ fyri komandi árini

Oddur Olsen hevur gjørt ein trý-ára sáttmála sum fulltíðar ungdómsvenjari hjá KÍ. Tað eru nøkur ár síðani, at KÍ hevur havt ein fulltíðar ungdómsvenjara. Oddur skal standa á odda fyri ungdómsfótbóltinum í KÍ. Oddur hevur fyrr í ár fingið UEFA A-prógv og stóð í ár á odda fyri næstbesta liðnum hjá KÍ, sum vann bronsu og sum ongantíð áður hevur fingið so nógv stig. Hetta merkir, at KÍ skal hava nýggjan venjara til næstbesta liðið næsta ár.

Á myndini síggja vit Tummas Lervig, formann í KÍ, Oddur Olsen, ungdómsvenjara og Margit G. Joensen, ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólt í KÍ

 


Seinastu tíðindi

Fimm KÍ-arar úttiknir til A-landsliðsvenjing
20.10.2018
Ábyrgdarfólk Futsal kappingarárið 2018/2019
20.10.2018
KÌ fegnast um nýggjan áleypara
18.10.2018
KÍ eigur bulin á U21
13.10.2018
Skjøtul settur á nýggjan fótbóltsvøll
08.10.2018