Tveir ungir KÍ leikarar gjørt sáttmála

26. oktober 2017

Talan er um leikarar, sum hava verið partur av hópinum hjá besta liðnum seinastu tvey árini

Vit hava gjørt sáttmálar við Aksel B. Danielsen og Mikkjal á Bergi fyri komandi tvey árini. Hesir báðir hava fyrst og fremst verið millum álitisleikararnar á næstbesta liðnum, sum í ár vann bronsu. Aksel fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2016 og í ár kom hann fimm ferðir á vøllin. Aksel, sum er álopskendur leikari, var toppskjútti hjá KÍ og nummar tvey samanlagt í 1.deild við 15 málum í 24 dystum. Mikkjal, sum er verjuleikari, hevur  enn sínar fyrstu minuttir til góðar á besta liðnum, men hevur sitið á bonkinum nógvar dystir. Báðir hava teir vant regluliga við besta hópinum seinastu tvey árini.


Báðir hava teir verið partur av U-landsliðum seinastu árini.


Seinastu tíðindi

U21 Landsliðið er úttikið við fýra KÍ leikarum
22.05.2018
Mikkjal er mest vinnandi KÍ venjarin nakrantíð
22.05.2018
Aksel B. Danielsen skjeyt sítt fyrsta mál í Betri Deildini
22.05.2018
Upptakt: AB - KÍ 11 umfar
19.05.2018
KÍ skal út á Argir 2. Hvítusunnudag
18.05.2018