Tekur 15. árið á besta liðnum hjá KÍ

26. oktober 2017

Royndur leikari gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

34 ára gamli Hjalgrím Elttør hevur gjørt nýggjan 1-ára sáttmála við KÍ. Hóast Hjalgrím hevur umboðað NSÍ og B36 umframt Fremad Amager í Danmark, so hevur hann fyri nógv tað mesta umboðað KÍ. Hann byrjaði á besta liðnum í 2000 og hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ árini 2000, 2001, 2002, 2003, 2005, 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016 og 2017. Kappingarárið 2018 verður sostatt hansara 15. ár á besta liðnum hjá KÍ.


Hjalgrím Elttør er skrásettur fyri 407 dystir og 102 mál í bestu deildini. Harav 79 fyri KÍ og tað eru bara Kurt Mørkøre (121) og Páll A. Klettskarð (96), sum hava skorað fleiri mál fyri KÍ gjøgnum tíðirnar.


Seinastu tíðindi

Dion støðgar á besta liðnum
20.02.2018
Lutakastið hevur verið til Klaksvíkskappingina
14.02.2018
Tilmeldingardagur 2018 hjá KÍ 5. feb kl 16:00 til 19:00
31.01.2018
KÍ nevndin er skipað fyri 2018
30.01.2018
Árgangur 2009 byrjar at venja aftur
21.01.2018