Jákup Mikkelsen aftur í KÍ

26. oktober 2017

Jákup Mikkelsen verður komandi kappingarár aftur at síggja í KÍ

 

KÍ hevur gjørt avtalu við Jákup Mikkelsen, sum verður hjálparvenjari hjá besta mansliðnum í 2018. Hann skal eisini ráðgeva ungdómsdeildini á málmansøkinum komandi kappingarár. Tað boðar KÍ frá í kvøld.
47 ára gamli Jákup Mikkelsen er uppvaksin í KÍ og hevur umframt barndómsfelagð KÍ eisini umboðað B36 og ÍF í Føroyum. Harafturat hevur hann í fleiri ár verið yrkisleikari uttanlands við ymiskum feløgum. M.a. vann hann danska meistaraheitið við Herfølge. Jákup er skrásettur fyri 73 landsdystir.

Jákup hevur A-venjaraprógv og er eisini instruktørur á málmansvenjaraútbúgvingini hjá FSF. Hann hevur royndir sum høvuðsvenjari og hjálparvenjari hjá KÍ og ÍF. 
Leiðslan í KÍ fegnast um at hava fingið Jákup aftur í felagið, boðar KÍ frá.


Seinastu tíðindi

Liðskiparin á U21 landsliðnum spælir í 2018 við KÍ
15.11.2017
Oddur nýggjur ungdómsvenjari
07.11.2017
Tann óhoyrdi ágangurin
26.10.2017
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
26.10.2017
Tveir ungir KÍ leikarar gjørt sáttmála
26.10.2017