KÍ-Herfølge U14 finalan

21. oktober 2017

Seinastu dagarnar hevur árg. 2004 hjá KÍ havt vitjan av einum fótbóltsliðið úr Herfølge. Ferðalagið kom til Klaksvíkar mikudagin 18.10 og fara teir avstað aftur 22.10 sunnudagin.
Teir donsku dreingirnir hava búð privat hjá Kí leikarunum, og hava teir vant saman, verið í skúla saman og spælt venjingardyst. 

Fríggjadagin og í dag varð skipað fyri eini minikapping ímillum Skála, NSÍ, Herfølge og KÍ. Bæði Herfølge og KÍ høvdu vunnið báðar sínar dystir, so lagt var upp til ein spennandi dyst í morgun, tá ið liðini møttust. 

Herfølge legði seg á odda við einum brotsparki mitt í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki fekk KÍ leikliga yvirváð, serliga var tað aftaná at hava skorað til 1-1, og megnaðu teir at skora 3 mál áðrenn dystarlok.
Dysturin endaði við einum KÍ sigrið uppá 3-1. 
Dagsins kempari gjørdist Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen, og dagsins spælari gjørdist Jakup Norðoy Vilhelmsen.
Fleiri myndir eru í savninum her


Seinastu tíðindi

Liðskiparin á U21 landsliðnum spælir í 2018 við KÍ
15.11.2017
Oddur nýggjur ungdómsvenjari
07.11.2017
Tann óhoyrdi ágangurin
26.10.2017
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
26.10.2017
Tveir ungir KÍ leikarar gjørt sáttmála
26.10.2017