Fótbóltur fyri øll 2017

09. oktober 2017

Fríggjadagin 29. september skipaði KÍ fyri árliga tiltakinum Fótbóltur fyri øll í Djúpumýru. Hetta er eitt tiltak, har stremba verður eftir, at fáa so nógv sum gjørlilgt at spæla fótbólt. 

Tað var bæði vindur og regn á tiltakið byrjaði, men tó bleiv tað betur sum frá leið. Hóast tað vóru umleið 120 børn í øllum aldri uppmøtt. Skipa var síðani fyri felagsupphiting við Gudmundi á odda og eftir tað blivu børnini býtt upp í aldursbólkar.  Vøllurin bleiv deildur upp í 12 økir, við ymiskum spølum við bólti og uttan bólt. Tey skiftu økið hvørjar 6 minuttir. Børnini hugnaðu sær óført saman við venjararum, hjálparfólki og foreldrum, Eisini setti vallarspeakarin, Kristian Joensen, sín dám á tiltakið, við sínum eyðkendu rópum og tónleiki.

Tá umleið hálvannar tími var gingin varð bjóða grillaðar pylsur og breyð og saft.

Ein góður dagur har øll hugnaðu sær. 


KÍ vil takka øllum teimum, ið gjørdu hetta tiltakið møguligt.

 

Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast her 

https://ki.fo/myndir/albumcollections_albums/26

https://ki.fo/myndir/albumcollections_albums/25 

 


Seinastu tíðindi

Aksel B. Danielsen útleigaður til EB/Streym
07.07.2018
Marko Dusak gevst sum KÍ leikari
07.07.2018
Nú er klárt til dyst!
28.06.2018
Hettar er hópurin sum er á Malta
25.06.2018
1. Deild spælur toppdyst leygardagin
23.06.2018