Ókeypis bussferð til oddabrakið

05. oktober 2017

Kom við til Eiðis og stuðla KÍ-kvinnunum, tá tær spæla móti EB/Str/Skála um FM-heitið leygardagin.

Heimsins bestu KÍ-kvinnur kunnu leygardagin vinna føroyameistaraheitið fyri 18. ferð á rað, og tær hava uppiborið fullan stuðul av áskoðaraplássunum. Tí skipar Klaksvíkar kommuna fyri ókeypis bussferð til dystin á Eiði leygardagin.

- Kvinnurnar eru sigursvandar, og tær hava gjørt okkum stóran heiður við øllum sínum meistaraheitum og sigrum. Men nú hava tær ryggin móti múrinum, tí vinna tær ikki dystin, so verður felagsliðið úr Sundalagnum og av Skála føroyameistari í staðin, so eg vóni, at nógv koma við til Eiðis og stuðla teimum í hesum avgerandi dystinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Bussarnir fara úr Klaksvík kl. 11 leygardagin. Dysturin byrjar kl. 12.30, og umleið ein hálvan tíma eftir dystin verður farið avstað aftur av Eiði, so væntandi verður bussurin aftur í Klaksvík umleið kl. 16.00.

Bussferðin er sum nevnt ókeypis, men av tí, at plássini eru avmarkað, er neyðugt við tilmelding. Fyri at melda til skalt tú koma inn á Miðlan ella ringja á tlf. 410000 og plássini verða bókað eftir “fyrst til myllu”-prinsippinum.

Klaksvíkar kommuna vónar, at nógv møta til spennandi oddabrakið og ynskir KÍ-kvinnum bestu eydnu við dystinum


Seinastu tíðindi

Silvur!
21.10.2017
KÍ-Herfølge U14 finalan
21.10.2017
Herfølge vitjan í Klaksvík!
18.10.2017
Ábyrgdarfólk Futsal kappingarárið 2017/2018
16.10.2017
Fótbóltur fyri øll 2017
09.10.2017