Fótbóltur fyri øll

26. september 2017

Fríggjadagin tann 29. september kl. 15:00 skipar KÍ fyri tiltakinum "Fótbóltur fyri øll". Tiltakið er fyri øll tey sum hava hug at sparka og møta til eina jaliga hugnaløtu. Fyri tey luttakandi verður løtan ókeypis.

Vit koma hava fleiri tiltøk á vøllinum samstundis, har venjarar við útbúgving koma mynda akitivitetirnar.

Tiltakið endar við, at Árni Müller frá Gepetto grillar pilsur og øll luttakandi fáa eisini okkurt at sløkkja tostan við.

Undirtøkan hevur verið sera góð hini árini. Tað hava verið børn í øllum aldri, og somuleiðis hava limir frá ÍSB luttikið.

Vit ætla, at tað sosiala skal hava fyrstu raðfesting - stuttligt og spennandi.


Seinastu tíðindi

Venjingardystir áðrenn landskappingina
17.01.2018
Leikarafundur
15.01.2018
Hava fingið danskan styrk
15.01.2018
Aðalfundur hjá KÍ
12.01.2018
Hava styrkt um verjupartin
11.01.2018