FM stríðið í U16 sær nú út til at fara til síðsta dystin!

10. september 2017

KÍ vísti ræðandi styrki, tá ið teir í dag góvu áskoðarunum eina serklassa framvísing við knúsandi 4-0 sigrinum ímóti oddaliðinum úr HB. Um hetta ikki gevur U17 landsliðsvenjarunum høvuðbrýggj til EM úttøkuna mánadagin, verður ilt at skilja. HB liðið, ið undan hesum dystinum hevði vunnið allar sínar dystir og eisini steypafinaluna ímóti KÍ, sá út sum eitt miðal lið. Eitt lið avrik, kryddað við nógvum framúr fótbóltspæli og fleiri flottum málum. Eingin ivi var um, hvat lið vildi mest vinna dystin; eisini tí treytirnar hjá KÍ vóru einklar - vit máttu vinna fyri at senda FM stríðið til síðsta dyst. Beint nú liggur KÍ nr. 1 í U16 við betri málúrtøku enn júst HB, men HB hevur ein dyst til góðar. KÍ hevur 4 dystir eftir, ímeðan HB hevur 5 dystir eftir av kappingini.

Øll 4 málini í dag vóru nakrar sannar perlur og vístu, at okkara leikarar bæði kunnu arbeiða hart og vísa høgt tekniskt støði, samstundis sum teir megna at halda seg til taktiska uppleggi. Tey bæði fyrstu málini vóru langbóltar upp til okkara stóra áleypara Ari Miné Jacobsen (bróðursonur kenda Rógva Jacobsen), ið báðu ferðir snittar bóltin ígjøgnum til Jonn, sum vísir teknik á høgum støði, tá ið hann tekur bóltarnar niður, og við klassa avslutningum útplacerar U17 landsliðsmálverjan. 3-0 málið finnur spælskiparin, Óli Eyðsteinsson Poulsen, unga U14 leikaran Dávid Matras, sum á U16 liðinum eigur høgrabaksplássið. Hesin fær pláss nakað væl uttanfyri 16 meturin hjá HB, har hann sendir eina kanón avstað við sínum vinstra beini í handara síðu av málinum. Síðsta málið kemur eftir langt innkast í feltið frá Ari Miné Jacobsen, sum finnur Jákup Idarsson Beck, ið fær bóltin aftur til Óla Eyðsteinsson Poulsen, sum saksar bóltin í málið til endaliga úrslitið 4-0! Verjan og málverjin, saman við restina av KÍ liðinum, væl stýrt av stór leikandi miðverjunum Børge Petersen og Kristian Svabo Eliasen, leiktu ein kanóndyst við høgum undirhalds virði fyri teimum mongu, sum høvdu leitað sær niðan á Djúpumýru í dag.

KÍ hópurin til dagsins dyst vóru: Fríðálvur Klakk, Dávid Matras, Aleks Jacobsen, Børge Petersen, Kristian Svabo Eliasen, Olaf Karstensson Hansen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Jens Mortan Samson, Jákup Idarsson Beck, Jonn Johannesen (liðf.), Ari Miné Jacobsen, Janus Skaale, Martin Baldvinsson og Jan Eli Ragnarsson.

Venjaratoymið hjá U16 eru:

Høvuðsvenjarar: Hjalgrím Elttør og Olivur Petur í Gong

Hjálparvenjarar: Heri Ósá, Elmar í Gong og Regin Høgnesen

 

KÍ a – HB a: 4-0 (2-0)

1-0, 10 min. Jonn Johannesen (Ari Miné Jacobsen)

2-0, 29 min. Jonn Johannesen (Ari Miné Jacobsen)

3-0, 46 min. Dávid Matras (Óli Eyðsteinsson Poulsen)

4-0, 50 min. Óli Eyðsteinsson Poulsen (Jákup Idarsson Beck)

 

Nevnast kann, at U16 a-liðið hjá KÍ hevur fast tveir ungar leikarar við frá U14. Talan eru um Dávid Matras og Jens Mortan Samson.


Seinastu tíðindi

FM stríðið í U16 sær nú út til at fara til síðsta dystin!
10.09.2017
Dr. U16: HB og KÍ stríðast um steypið
25.08.2017
KÍ og Víkingur
11.08.2017
Sørmund fer niður til Danmarkar
04.08.2017
A-landsliðsleikari heldur fram í KÍ
04.08.2017