Dr. U16: HB og KÍ stríðast um steypið

25. august 2017

FSF.fo skrivar: - Vit taptu móti HB fyrr í ár, so vit hava okkurt at hevna. Teir mugu nokk metast at vera ein lítil favorittur, men tó, hava okkara ein góðan dag, vinnur eingin á okkum, sigur Hjalgrím Elttør, ið saman við Petur í Gong stendur á odda fyri U16-liðnum hjá KÍ.

Tað er av álvara lagt upp til eitt veruligt brak á Tórsvølli leygardagin klokkan 16:00, tá finalan um Blaðberasteypið, ið er steypakappingin fyri Dreingir U16, skal spælast. Liðini í finaluni eru HB og KÍ. Enn ein klassikari millum Klaksvíkina og Havnina.

Teir reyðu og svørtu vóru eisini í finaluni í fjør, og tá gjørdist úrslitið ein sannførandi 4-0 sigur til HB ímóti NSÍ. At HB’ararnir aftur vildu í finaluna í ár, var als eingin ivi um, tá kappingarárið 2017 fór í gongd.

- Eitt av okkara málum hetta kappingarárið var at koma í steypafinaluna, og nú hetta málið er rokkið, sigur Jón Simonsen, venjari hjá U16-liðnum við dreingjum hjá HB.

Finalan um Blaðberasteypið verður á Tórsvølli leygardagin 26. august klokkan 16:00. Maðurin við floytuni verður Rani A. Skaalum.

 

(tekstur: nordlysid.fo)


Seinastu tíðindi

Liðskiparin á U21 landsliðnum spælir í 2018 við KÍ
15.11.2017
Oddur nýggjur ungdómsvenjari
07.11.2017
Tann óhoyrdi ágangurin
26.10.2017
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
26.10.2017
Tveir ungir KÍ leikarar gjørt sáttmála
26.10.2017