Toppdystur í 1.deild í Klaksvík í kvøld

31. juli 2017

KÍ og NSÍ bresta saman við Djúpumýru í einum dysti millum tvey av liðunum, sum hava ligið í topp 3 størsta partin av árinum.

Undan dystinum liggur KÍ á 2. plássi við 33 stigum, meðan NSÍ liggur á 4. plássi við 26 stigum. AB liggur á odda við 37 stigum, meðan B68 liggur á 3. plássi við 29 stigum. Men KÍ og NSÍ hava leikt hendan dystin færri enn hini. Tí kann KÍ við sigri koma heilt tætt uppat AB, sum er mótstøðuliðið hjá KÍ leygardagin, meðan NSÍ við sigri kemur uppá 3. pláss. Megna bæði KÍ og NSÍ at enda í topp 3 í 1.deild, so flytur bara eitt lið niður úr Effodeildini.

 At dysturin liggur eftir dystirnar í Effodeildini ger, at liðini kunnu spæla við sterkari liði enn annars. Tí koma vit helst at síggja nógvar leikarar á vøllinum, sum hava spælt í Effodeildini fyrr í ár. Hjá KÍ kunnu vit vænta at síggja leikarar sum t.d. Tórur Justesen, Jóannes K. Danielsen, Heðin Klakstein og Aksel B. Danielsen umframt Jóhan W. Høgnesen, sum kom til KÍ í summar, meðan NSÍ kann brúka leikarar sum m.a. Petur Knudsen, Jonleif Højgaard og Andri Benjaminsen umframt, at Christian Høgni Jacobsen kanska eisini verður at síggja á vøllinum. Hann kom aftur til NSÍ í summar og spældi við næstbesta liðnum seinasta dyst.

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 19.30, og dómari verður Alex Troleis. 

Kelda og mynd: Jákup Ósa/Norðlýsið


Seinastu tíðindi

Aksel B. Danielsen útleigaður til EB/Streym
07.07.2018
Marko Dusak gevst sum KÍ leikari
07.07.2018
Nú er klárt til dyst!
28.06.2018
Hettar er hópurin sum er á Malta
25.06.2018
1. Deild spælur toppdyst leygardagin
23.06.2018