Allur fótbóltur avlýstur

24. mai 2021

Av koronastøðuni, sum nú er íkomin, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt at avlýsa allan fótbólt.

Eftir ætlan skuldu fýra dystir í 12. umfari í Betri Deildini hjá monnum verið spældir í dag, umframt at fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum eisini var á skránni.

Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at vegna koronastøðuna, sum nú er íkomin, er allur fótbóltur fyribils avlýstur.

Hvussu leingi steðgurin verður, er støða ikki tikin til enn.

Eftir ætlan skuldi tíðindafundur verða í FSF-húsinum í morgin, har A-landsliðið við monnum til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein skuldi kunngerast. Hópurin verður úttikin, og landsdystirnir verða væntandi spældir sum ætlað, men tíðindafundurin er avlýstur.

Tað skrivar FSF í tíðindaskrivi.


Seinastu tíðindi

Kunning um morgunvenjingar
20.06.2021
Lutakast í UECL hevur verið í dag
15.06.2021
Koronatiltøk í KÍ
28.05.2021
Nýggja UECL kappingin forklára
24.05.2021
Allur fótbóltur avlýstur
24.05.2021