Tilmeldingardagur til akademiið

06. apríl 2021

Hósdagin 8 apríl verður møguligt at tilmelda seg ella síni børn til KÍ akademiið.

Teir eldru árgangirnir hava verið í gongd í eina tíð nú og nýggja akademiið koyrur sera væl. Tey ungu hava tikið væl ímótir teimum nýggju tiltøkunum og serliga merkist tað við morgunvenjingum.

Um tú ynskir at leika við KÍ og tilmelda teg ella tíni børn, so er at møta upp í KÍ høllini hósdagin tann 8 apríl ímillum kl. 17-19 har vit koma at taka ímótir tilmeldingum.

Tilmeldingin fer fram í gomlu skúlastovunum inni í KÍ høllini har inngongdin er við bøgøtu.

Møguligt er at gjalda við gjaldskortið á staðnum.

Limagjaldi 2021 er:

1. Deild 1.500 kr.
2. Deild 900 kr.
3. Deild 900 kr.
U21 900 kr.
U17 1.500 kr.
U15 1.500 kr.
U13 1.500 kr.
U11 1.500 kr.
U9 900 kr.
U8 900 kr.
U7 600 kr.

Syskinaavsláttur á 400 kr. verður givin til hvørt eykað barn sum gerst leikaralimur.

Um tú ynskir at verða hvílandi limur, so er limagjald kr. 400,-

Peningurin fer til ungdómsarbeiðið.

Sí lýsingarfilm her:


Seinastu tíðindi

Kunning um morgunvenjingar
20.06.2021
Lutakast í UECL hevur verið í dag
15.06.2021
Koronatiltøk í KÍ
28.05.2021
Nýggja UECL kappingin forklára
24.05.2021
Allur fótbóltur avlýstur
24.05.2021