KÍ heitir á áskoðararnir um at møta tíðliga upp hóskvøldið

26. juni 2017

Herd krøv eru til ein Europa League dyst. Tí selir KÍ atgongumerkir við inngongdina eins og vanligt, men eisini í forsølu.

Í samband við dystin verður skipað fyri forsølu av atgongumerkjum á FAST í Klaksvík. Sølan byrjar týsdagin á middegi og endar hósdagin á middegi. Tað verður eisini selt við inngongdirnar, men av tí at hetta er ein altjóða dystur eru krøvini hægri, soleiðis at tað gongur longri tíð at koma ígjøgnum inngongdirnar. Tí hava fyrireikararnir valt at skipa fyri forsølu eisini, soleiðis at tað kann lætta um trýstið við inngongdina.
KÍ heitir á fólk um at møta í góðari tíð, so øll sleppa framat, áðrenn dysturin byrjar.

Prísirnir eru hesir:
Vaksin 100 kr
Børn í skúlaaldri: 50 kr
Børn undir skúlaaldur 0 kr
Øll skullu hava atgongumerki, so tað eru eisini gjørd atgongumerki til børn undir skúlaaldur, sjálvt um hesi eru ókeypis. Tey verða útflýggjað við inngongdina.

Krøvini sum sett verða, eru júst tey somu sum við landsdystir, so fólk sum vanliga eru til landsdystir, kenna hesi krøv.

Kaffidámurnar hjá KÍ selja kaffi, turrikløð og húgvur v.m. við vøllin – hetta verður á plattinum í bygdaskýlinum.

(mynd nordlysid.fo)


Seinastu tíðindi

Effo
18.07.2017
Jóannes og Jóannes eisini longt sáttmálan
29.06.2017
KÍ heitir á áskoðararnir um at møta tíðliga upp hóskvøldið
26.06.2017
Gentur U12 vunnu steyp
25.06.2017
Gulak Andrias Jacobsen fer eftir summarsteðgin til SønderjyskE í Danmark!
25.06.2017