Úr bestu svensku deildini til KÍ!

18. februar 2021

Sviin, Daniel Björkman, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við KÍ. Daniel er 28 ára gamal, og hevur royndir í bestu svensku deildini.

Björkman er verjukendur leikari, har hann fyri tað mesta spælir vinstri bakkur og miðverji. Tó kann Daniel eisini spæla sum verjikendur miðvallari.

Daniel er føddur og uppvaksin í Svøríki, har hann hevur spælt fótbólt alla yrkisleiðina fram til nú.
Seinnu árini hevur Daniel verið í Örebro SK, sum er partur av bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.

Fyrr í vikuni skrivaði KÍ sáttmála við Claes Kronberg sum kann spæla á fleiri plássum, men fyri tað mesta kemur at røkja pláss á miðvøllinum.

- Tá Daniel og Claes eru komnir norður til Klaksvíkar, eru vit væl mannaðir á øllum plássum, og tí er Daniel seinasti leikarin, sum gerst partur av KÍ hópinum í vetur. Sigur Mikkjal Thomassen

Vit ynskja Daniel Björkman hjartaliga vælkomnum til felagið og góða eydnu í KÍ blusuni!


Seinastu tíðindi

Úr bestu svensku deildini til KÍ!
18.02.2021
KÍ fær nýggjan leikara úr Norra!
14.02.2021
U15 & U17 venjari settur
09.02.2021
KÍ í uppskoti til ársins ítróttarfelagsskap 2020
03.02.2021
KÍ-Akademi – ein menningarætlan til og fyri fótbóltsspælarar
28.01.2021