U15 & U17 venjari settur

09. februar 2021
  • Jens Wedeborg | Mynd: Aftonbladet

KÍ Akademiið hevur í dag undirskrivað sáttmála við nýggjan U15 & U17 venjara hjá dreingjum.

Tað verður sviin, Jens Wedeborg, sum kemur at starvast í KÍ Akademinum sum U15 og U17 venjari. Hann er 41 ár, universitetsútbúgvin í fysiologi, UEFA-Pro-prógv og altjóða royndir.

Hann hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá FK Riterai í Litava, sum KÍ spældi Europa League ímóti í 2019. Hann var eisini høvðusvenjari hjá teirra U21 liði.

- Hetta er ein sera spennandi venjari, sum kemur við nógvum royndum til akademiið. Jens fer at hava dagligu ábyrgdina av tveimum teimum mest krevjandi árgangunum í akademinum. Tað er í U15 og U17, at leikarar skulu arbeiða við skiftinum frá at vera ungdómsleikarar til at klára seg á besta liðnum hjá KÍ, sigur Glenn Ståhl, akademistjóri.


Seinastu tíðindi

Úr bestu svensku deildini til KÍ!
18.02.2021
KÍ fær nýggjan leikara úr Norra!
14.02.2021
U15 & U17 venjari settur
09.02.2021
KÍ í uppskoti til ársins ítróttarfelagsskap 2020
03.02.2021
KÍ-Akademi – ein menningarætlan til og fyri fótbóltsspælarar
28.01.2021