KÍ-Akademi – ein menningarætlan til og fyri fótbóltsspælarar

28. januar 2021
  • Glenn Ståhl, Akademistjóri | Mynd: KÍ

KÍ hevur sett sær sum mál at uppala enn fleiri dugnaligar, ungar fótbóltsspælarar á einum uppaftur hægri stigi, sum kunnu vera til gagns fyri KÍ og føroyskan landskappingar- og landsliðsfótbólt. Tí hevur felagið gjørt av at seta eitt fótbóltsakademi á stovn í Klaksvík.

Arbeiðið við at stovna KÍ-Akademi hevur verið í gongd leingi, og saman við serfrøðingum við akademiroyndum uttanlands hevur felagið smíðað eina ætlan fyri eitt KÍ-Akademi, sum skal tryggja, at hvør einstakur spælari í felagnum fær somu umstøður til at venja og mennast undir.

Fyri ungdómsdeildirnar hjá KÍ merkir hetta millum annað, at:

  • Spælarar skulu fylgja somu ætlan fyri spælaramenning
  • Spælarar fáa somu umstøður at mennast undir
  • Spælarar fáa betri skúlaðar venjarar, sum arbeiða út frá sama grundarlagi
  • Spælarar fáa fleiri venjingartímar (tá nýggi vøllurin klárur)
  • Spælarar fáa klæði, sum skulu brúkast til venjing fyri at skapa sterkari samleika og samanhald

Endamálið við at seta eitt fótbóltsakademi á stovn er at skapa eitt tilboð, sum gevur spælarum eina fyrsta floks fótbóltsskúling og at góðskutryggja spælaramenningina. Skal hetta eydnast, krevst at alt felagið arbeiðir miðvíst móti sama máli, og at øll, ið við eru, trúgva upp á hesa stóru ætlanina og eru errin av at vera ein partur av henni.

Spælaramenningarætlanin er eitt amboð og eitt grundarlag undir einum felags útgangsstøði, sum allir leiðarar og venjarar í KÍ skulu hava at arbeiða útfrá. Hon er fyrst og fremst ætlað sum eitt rimaverk um tað, sum skal vera galdandi í ungdómsarbeiðnum og deildunum hjá KÍ. Tað verður tó upp til hvønn einstakan venjara og leiðara við akademi-stjóranum á odda at skapa og tilrættaleggja gerandisdagin í felagnum við menningarætlanini sum grundarlag.

Menningarætlanin kann sammetast við eina læruætlan ella lestrarætlan í skúlaverkinum. Hon er gjørd til tess at skapa karmar um spælaramenningina og við henni sum grundarlag kann KÍ tryggja sær, at hvør einstakur spælari fer ígjøgnum øll stigini í menningarætlanini, sum felagið nú bjóðar sínum spælarum.

Eitt avgerandi stig fyri, at hetta skal eydnast eru tær dygdirnar, sum eru í arbeiðinum, sum bæði spælarar og venjarar avrika á vøllinum allar 365 dagarnar á árinum.


Seinastu tíðindi

Úr bestu svensku deildini til KÍ!
18.02.2021
KÍ fær nýggjan leikara úr Norra!
14.02.2021
U15 & U17 venjari settur
09.02.2021
KÍ í uppskoti til ársins ítróttarfelagsskap 2020
03.02.2021
KÍ-Akademi – ein menningarætlan til og fyri fótbóltsspælarar
28.01.2021