Jóannes K. Danielsen verður verandi

16. januar 2021
  • Jóannes eftir at hava vunnið FM 2019 | Mynd: Portal.fo
  • Jóannes og Tróndur í dysti | Mynd: KÍ

Tað lá í kortinum at Jóannes skuldi niður til Danmarkar í lestrarørindum eftir seinasta kappingarár og vit tískil skuldu siga farvæl við hendan fantastiska leikara.

Jóannes hevur nú tikið avgerð um at bíða við at fara niður at lesa tí tað enn er stór óvissa við Covid19 farsóttini.

Vit í KÍ eru sjálvsagt sera fegin um hesa avgerð og gleðast um at hava Jóannes í hópinum í eina tíð aftrat.

KÍ og Jóannes K. Danielsen hava skrivað ein eitt ára sáttmála.


Seinastu tíðindi

Úr bestu svensku deildini til KÍ!
18.02.2021
KÍ fær nýggjan leikara úr Norra!
14.02.2021
U15 & U17 venjari settur
09.02.2021
KÍ í uppskoti til ársins ítróttarfelagsskap 2020
03.02.2021
KÍ-Akademi – ein menningarætlan til og fyri fótbóltsspælarar
28.01.2021