Aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

14. januar 2021
  • Djúpumýra | Mynd: Ari Samson

Ársaðalfundurin 2020 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á loftinum mánadagin tann 1. februar kl 19:30.

Skrá samb. lóg felagsins.

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
  • Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 4.
  • Ársfrágreiðing frá formanni.
  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  • Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.
  • Innkomin mál.
  • Valevni til formann, næstformann ella nevndarlim hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
  • Val av nevnd.
  • Val av grannskoðara.
  • Ymiskt.

Allir limir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru hjartaliga vælkomin. Hettar eru tey ið hava goldið limagjald annahvørt sum hvílandi limur ella leikaragjald.

Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum og gjaldast skal kontant ella við gjaldskorti. Gjaldi fyri hvílandi limir er 400 kr. árliga.


Seinastu tíðindi

Jóannes K. Danielsen verður verandi
16.01.2021
Aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag
14.01.2021
Ivar Sollie Rønning til KÍ
11.01.2021
Samrøða við Elisabet Vang
04.01.2021
Elisabet Vang er nýggjur fysiskur venjari hjá KÍ
04.01.2021