Ivar Sollie Rønning til KÍ

11. januar 2021

27 ára gamli norðmaðurin hevur í dag skrivað undir eitt ára sáttmála við KÍ.

Ivar er ein 192 cm høgur áleypari, sum er kendur fyri at gera mál.

Norðmaðurin er føddur í Levanger, har hann eisini spældi tey fyrstu árini, áðrenn hann í 2016 skifti til HamKam í næst bestu norsku deildini. Fyri HamKam spældi hann 77 dystir og skoraði 45 mál.

Í 2019 skifti Ivar til Ranheim, sum spældi í Elituseriuni í Norra. Har spældi hann 37 dystir og skoraði 13 mál.

Vit ynskja Ivar Rønning hjartaliga vælkomnan til felagið og góða eydnu í KÍ blusuni!


Seinastu tíðindi

Jóannes K. Danielsen verður verandi
16.01.2021
Aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag
14.01.2021
Ivar Sollie Rønning til KÍ
11.01.2021
Samrøða við Elisabet Vang
04.01.2021
Elisabet Vang er nýggjur fysiskur venjari hjá KÍ
04.01.2021