Elisabet Vang er nýggjur fysiskur venjari hjá KÍ

04. januar 2021
  • Elisabet Vang og Tummas Lervig | Mynd: KÍ

KÍ hevur sett 22 ára gomlu Elisabet Vang í starv sum fysiskur venjari.

Elisabet hevur tey seinastu árini verið sera virkin í fitness heiminum í Føroyum og uttanlands, har hon hevur vunnið fleiri kappingar.

Hon starvast dagliga sum persónligur venjari og hevur í vetur havt nakrar uppgávur fyri KÍ, sum Mikkjal sigur hava eydnast so mikið væl, at KÍ hevur gjørt av at seta Elisabet í starv.

Somuleiðis siga vit farvæl við Gudmund Danielsen, sum eftir fýra ár sum fysiskur venjari, hevur ynskt at halda ein steðg í starvinum hjá KÍ.

- Vit hava verið sera fegin um tað arbeiðið, sum Gudmundur hevur gjørt fyri felagið, og vilja vit takka fyri tíðina saman, sigur Mikkjal Thomassen. 

Elisabet er sjálv ein royndur fótbóltsleikari, har hon hevur spælt við B36 og A-landsliðnum.

Vit ynskja Elisabet vælkomna í venjaratoymið hjá KÍ.


Seinastu tíðindi

Jóannes K. Danielsen verður verandi
16.01.2021
Aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag
14.01.2021
Ivar Sollie Rønning til KÍ
11.01.2021
Samrøða við Elisabet Vang
04.01.2021
Elisabet Vang er nýggjur fysiskur venjari hjá KÍ
04.01.2021