KÍ gjørt sáttmála við málmann

12. desember 2020

Til kappingarárið 2021 hevur KÍ undirskrivað sáttmála við Mathias Rosenørn, sum er málmaður og hevur umboðað eitt nú Esbjerg FB.

Mathias er 27 ára gamal og 1,84 m høgur.

Hann hevur áður verið á danska U20 landsliðnum, umframt at hann hevur spælt við Esbjerg FB, Brabrand IF, Skive IK og Thisted FC.

Vit gleða okkum til at bjóða Mathias vælkomnum til Klaksvíkar.


Seinastu tíðindi

Jóannes K. Danielsen verður verandi
16.01.2021
Aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag
14.01.2021
Ivar Sollie Rønning til KÍ
11.01.2021
Samrøða við Elisabet Vang
04.01.2021
Elisabet Vang er nýggjur fysiskur venjari hjá KÍ
04.01.2021