Gulak Andrias Jacobsen fer eftir summarsteðgin til SønderjyskE í Danmark!

25. juni 2017

Eftir at hava verið við til at leika U16 hjá KÍ víðari til finaluna um Blaðberasteypið 2017, so liggur leiðin hjá Gulak Andrias Jacobsen, sonur Ruth & Kári Regin Jacobsen, til Danmarkar, har hann næstu árini verður partur av SønderjyskE í Haderslev.

Tá ið útlendsk feløg hyggja til okkara, so gera vit okkurt rætt í Føroyum. Seinasti dystur hjá Gulak fyri KÍ í hesum umfarinum, verður í morgin við Margáir, har hann verður partur av okkara U18 hópi. Nevnast skal, at Gulak kom inn til sín fyrsta U18 dyst fyri hálv aðru viku síðani, har hann skoraði 3-0 málið ímóti AB.

KÍ ynskir Gulak bestu ynskir víðari á yrkisleið sínari, og vónar einaferð at síggja hann aftur í okkara búna!


Seinastu tíðindi

FM stríðið í U16 sær nú út til at fara til síðsta dystin!
10.09.2017
Dr. U16: HB og KÍ stríðast um steypið
25.08.2017
KÍ og Víkingur
11.08.2017
Sørmund fer niður til Danmarkar
04.08.2017
A-landsliðsleikari heldur fram í KÍ
04.08.2017