Fótbóltsakademi í Klaksvík

12. november 2020

Fyrsta fótbóltsakademi í Føroyum sær dagsins ljós 1. januar 2021. Talan er um akademi fyri fótbóltsspælarar í barna- og ungdómsdeildunum í økinum, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag tekur stig til.

Sviin, Glenn Ståhl, kemur at standa á odda fyri akademinum. KÍ hevur gjørt tvey ára sáttmála við svian, sum var venjari hjá NSÍ ein stóran part av júst farna kappingarári í Betrideildini.

- Hetta er ein ætlan, sum KÍ hevur arbeitt við alt hetta kappingarárið, sigur Tummas Lervig, formaður, sum fegnast um, at avtala er gjørd við Glenn Ståhl, sum vandi besta liðið hjá NSÍ inntil síðst í september mánaði í ár, tá NSÍ segði svian úr starvið.

Men nú kemur Glenn Ståhl aftur til Føroya og hesa ferð til Klaksvíkar at standa á odda fyri fótbóltsakademinum hjá KÍ.

- Hann er tann rætti maðurin til hetta starvið, og hann passar væl inn í konseptið, sigur formaðurin í KÍ.

Akademiið verður opið, og tí ber til hjá øllum børnum og ungum at tekna seg.

Enn eru nøkur viðurskifti eftir at fáa heilt upp á pláss. So skjótt sum hesi eru komin í rættlag, fer KÍ at bjóða til tíðindafundar, har kunnað verður nærri um stórslignu ætlanirnar komandi árini, og har føroyskir fjølmiðlar kunnu seta spurningar.


Seinastu tíðindi

Fótbóltsakademi í Klaksvík
12.11.2020
U15 dreingir í finaluni
01.11.2020
Hálvfinala við Djúpumýru
31.10.2020
Kvinnurnar til Oslo
22.10.2020
FM dystur hjá KÍ kvinnum
16.10.2020