Jesper Brinck longt sáttmálan við KÍ

27. september 2020
  • Mynd: Portal.fo

Í kvøld hevur Jesper Brinck undirskrivað sáttmála fyri kappingarárið 2021.

Jesper Brinck kom til KÍ undan FM kappingarárinum í 2019, og hevur verið fastur fúsur síðan.

Danin kom úr Brabrand, sum spælir í donsku 2. division, har hann var liðformaður.

Jesper Brinck er miðverji, men hevur í seinastuni spælt á vinstra bakki, har hann hevur tikið ábyrgd og gjørt tað væl.

Jesper hevur longt sáttmálan, soleiðis at hann nú eisini er galdandi fyri kappingarárið 2021.

Hann hevur fram til nú spælt 55 dystir fyri KÍ, og ynskja vit honum góða eydnu víðari!


Seinastu tíðindi

KÍ harmast um álvarsligan skaða
10.05.2021
KÍ - NSÍ spæla týskvøldið
18.04.2021
Dysturin verður IKKI stroymdur
16.04.2021
Tilmeldingardagur til akademiið
06.04.2021
U18 Gentir og 1 Deild kvinnur venja soleiðis
25.03.2021