U16 dreingir eru komnir í finaluna um Blaðberasteypið 2017!

25. juni 2017

Leygardagin leikti U16 liði hjá KÍ hálvfinalu í Runavík ímóti NSÍ.

Dysturin endaði við 1-2 til KÍ. Talan var um ein javnan dyst, har NSÍ høvdu mest bóltin í fyrra hálvleiki, ímeðan KÍ komu til tær vandamiklu støðurnar. Í seinna hálvleiki legði heimaliði press á okkara dreingir, og eftir 60 minuttir løgdu NSÍ seg frammum. Næstu minuttirnar kundi støðan bæði verði 2-0 og 3-0, men ein stórspælandi Fríðálvur Klakk heldur okkum inni í dystinum. Okkara dreingir fóta sær, og Óli Eyðsteinsson Poulsen javnar í 68 minutti eftir gjøgnumspæl frá Jonn Johannesen. Nú fingu okkara leikarar blóð á tonna, og løgdu áhaldandi press á mótstøðuliði við fleiri vandamiklum álopum. Eftir støðugt trýst frá okkara dreingjum, sær tað sum dysturin fer til longda leiktíð, men í 80 minutti (sum er síðsti minuttur í U16) fær KÍ eitt síðsta horna, ið Kristian Svabo Eliasen tekur. Eitt væl skoti horna finnur Jonn Johannesen, ið stútar U16 í finaluna um Blaðberasteypið 26. august á Tórsvølli ímóti HB!

Dagsins hópur: Fríðálvur Klakk, Jákup Idarsson Beck, Kristian Svabo Eliasen, Martin Baldvinson, Børge Petersen, Jens Mortan Samson, Olaf Karstensson Hansen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Ari Miné Jacobsen, Gulak Andrias Jacobsen, Jonn Johannesen, Janus Skaale, Hans Jákup Mellemgaard, Aleks Jógvansson Jacobsen, Símun Hoydal Poulsen, Ári Andrasson Klettskarð, Jan Eli Ragnarsson og Dávid Matras.
Venjarar: Hjalgrím Elttør og Petur í Gong.
Hjálparvenjarar: Heri Ósá, Elmar í Gong og Regin Høgnesen.

Vit ynskja okkara dreingjum í U16 góða eydnu við finaluni 26. august á Tórsvølli.


Seinastu tíðindi

Liðskiparin á U21 landsliðnum spælir í 2018 við KÍ
15.11.2017
Oddur nýggjur ungdómsvenjari
07.11.2017
Tann óhoyrdi ágangurin
26.10.2017
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
26.10.2017
Tveir ungir KÍ leikarar gjørt sáttmála
26.10.2017