Eg kundi ikki ynkst eitt betri stað at verið!

16. september 2020
  • Jonn Johannesen og Tummas Lervig, formaður | Mynd: Norðlýsið

Ungi leikarin Jonn Johannessen hevur í kvøld undirskrivað ein 3 ára sáttmála.

Jonn spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ í 2018 sum bert 16 ára gamal.

Síðani hevur hann spælt 56 dystir har hann hevur skorað 16 mál. Nógv av teimum málinum hava verið sera avgerandi og harav eru 3 í evropeiskum kappingum.

- Eg havi verið sera væl nøgdur við tey 3 árini eg havi verið í KÍ. Eg læri hvønn dag bæði frá Mikkjal og mínum viðleikarum, sigur Jonn

KÍ leggur nógva orku í at uppala egnar leikarar og tað er sera stuttligt at síggja tá ein ungdómsleikari hjá felagnum trakkar á vøllin fyri besta liðið.

- Enn eri eg bert 18 ára gamal og tí er nógv eftir at læra. KÍ er eitt øgiliga proffessionelt felag og gleði eg meg til tey næstu 3 árini her, sigur Jonn

Jonn hevur saman við KÍ tikið avgerð um at hann bert arbeiður hálva tíð afturat fótbóltinum, soleiðis at hann kann brúka meira tíð til at menna seg sum yrkisleikara.

Jonn Johannessen hevur skrivað sáttmála til og við 2023.


Seinastu tíðindi

FM dystur hjá KÍ kvinnum
16.10.2020
Jesper Brinck longt sáttmálan við KÍ
27.09.2020
Nýggur KÍ sangur útgivin
24.09.2020
Fá eina KÍ skermmynd til tína telefon
22.09.2020
Kringvarpið vísir dystin hóskvøldið
21.09.2020