Young Boys - KÍ dysturin í Kringvarpinum

25. august 2020

Klaksvíkar Ítróttarfelag og Kringvarp Føroya hava gjørt avtalu um at vísa Champions League dystin ímillum Young Boys og KÍ.

Vit eru sera fegin um, at Kringvarpið ynskir at vera ein viðspælari og vísa stórdystin í annaðkvøld kl. 19.15, sigur Rói Clementsen, samskipari av sjónvarpsrættindinum hjá KÍ.

KÍ hevur í longri tíð arbeitt við at funnið tann rætta leistin fyri at vísa okkara evrupeisku dystir í sjónvarpinum. Vit ynskja at okkara fjepparar skulu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt. Tað krevur at eitt sindur verður gjørt burturúr sendingini, eitt nú við sjónvarpstovu har viðmerkjarar leiða fjepparan ígjøgnum dystin.

Til dystin ímillum KÍ - Slovan Bratislava høvdu vit eina stóra sjónvarpsending klára, sum skuldi sendast í samstarv við Klaksvíkar Kommunu og aðrar stuðlar. Dysturin varð av ongum, men vit valdu at senda eina beinleiðis sending kortini og eyðnaðist hon væl.

- Seinastu dagarnar hava vit verið í samrá við ymiskar sjónvarpsrásir, bæði í Føroyum og Danmark, sum hava ynskt at víst dystin. Nú er avtala gjørd við Kringvarp Føroya, sum fer at gera nógv burturúr sendingini, har tey fara at senda áðrenn, í hálvleikinum og aftana dystin. Hettar fegnast vit um, sigur Rói Clementsen.

Stórdysturin í Champions League ímillum Young Boys og KÍ verður vístur í Kringvarpinum kl. 19.15, har tey byrja at senda eitt sindur áðrenn. Fylg við á www.kvf.fo

Góðan dyst!


Seinastu tíðindi

Kringvarpið vísir dystin hóskvøldið
21.09.2020
Eg kundi ikki ynkst eitt betri stað at verið!
16.09.2020
Deni Pavlovic undirskrivað nýggjan sáttmála
16.09.2020
Samrøða við Patrik
16.09.2020
Kunning til dystin í kvøld
12.09.2020