KÍ tryggjar seg á málmanspostinum

17. juli 2020

Eftir at Meinardt Joensen hevur givið til kennar, at hetta verður hansara síðsta ár sum yrkisleikari, hevur KÍ gjørt avtalu við polskan málverja. Nýggi málverjin skal kappast við Kristian Joensen, sum hevur sáttmála til og við 2021.

Lukasz Jarosinski kemur frá norska felagnum, HamKam og hevur spælt saman við Ole Erik Midtskogen og Odmar Færø. Lukasz er 31 ár, 1,93 cm høgur og hevur verið í norskum fótbólti seinastu 8 árini.

Sáttmálin er galdandi 2½ ár, frá komandi mánaðarskifti til og til og við kappingarárinum 2022.

Hópurin hjá KÍ er sterkur, hóast tað í vár ikki hevur eydnast at víðkað hann til ynskiliga stødd. Nú miðvallarin, David Skrbec, og nýggjur málverji leggjast afturat, eru flestu plássini á liðnum betri tryggjað.

Men framhaldandi verður leita og hugt eftir spælarum, sum kunnu styrkja liðið, samstundis, sum yngru leikararnir hjá KÍ standa í menning. Felagið arbeiðir og virkar miðvíst eftir langtíðarætlan og við hesum stignum fyrireikar felagið seg eisini til komandi kappingarár.


Seinastu tíðindi

KÍ skal spæla ímótir SK Slovan Bratislava
09.08.2020
Heini Vatnsdal til KÍ!
25.07.2020
KÍ tryggjar seg á málmanspostinum
17.07.2020
KÍ hevur gjørt sáttmála við nýggjan miðvallara
12.07.2020
Dávid Langgaard gjørt nýggjan sáttmála við KÍ
16.06.2020