Dávid Langgaard gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

16. juni 2020

Eftir at hava roynt seg í ÍF og AB hava Dávid og KÍ gjørt avtalu um samstarv hetta og næsta kappingarár.

Dávid hevur spælt 26 dystir og gjørt 4 mál á besta mansliðnum hjá KÍ, fyri tað mesta sum verjuleikari, men hevur eisini royndir sum miðverji. Í 2016 var Dávid við á U21-landsliðnum ímóti Azerbjan og Eysturríki.

Fyrsti dysturin hjá Dávid verður í kvøld á Svangaskarði á næstbesta mansliðnum.

KÍ fegnast um at Dávid er komin aftur í felagið og ynskir honum bestu eydnu.


Seinastu tíðindi

Dávid Langgaard gjørt nýggjan sáttmála við KÍ
16.06.2020
Ungdómsdeildin takkar Bláubylgju
15.06.2020
Víkingar á vitjan
11.06.2020
Í dag bera KÍ og NSÍ svart band um armin
07.06.2020
Norðoyastevnudystur í millum KÍ - NSÍ
04.06.2020