Víkingar á vitjan

11. juni 2020

Leygardagin tekur KÍ ímóti Víkingi við Djúpumýru kl. 19.

Víkingarnir koma frá einum góðum sigri ímóti B36 farna vikuskifti, og kunnu við einum sigri í dag yvirhála KÍ á stigatalvuni.

KÍ megnaði at stríða seg til ein 1-1 javnleik ímóti NSÍ á Norðyastevnu síðsta vikuskifti, og eru klaksvíkingar óiva uppsettir uppá at vinna 3 stig hesaferð.

Á stigatalvuni liggja klaksvíkingar í løtuni á einum deildum 2. plássið við 13 stigum. Víkingur er beint í hølunum á 5. plássið við 11 stigum.

Hetta verður ein toppdystur, har bæði liðini fara eftir 3 stigum. Víkingur og KÍ hava altíð leikt málríkar dystir, og tað verður helst onki undantak í leygardagin.

Lagt er upp til eitt brak av einum toppdysti, sum Dagfinn Forná bríkslar í gongd kl. 19.00.

Vit hava deilt vøllin upp í 4 høvðussonur sum eru:
- Bøgøta deild upp í tvey.
- Vestari partur av skýlinum
- Eystari partur av skýlinum
- Jógvan W.gøta deild upp í tvey

Tað verður nokk av plássi til øll, men tað kann koma fyri at onkur sona verður full og tískil skulu tit fara til næstu sonu har tit sleppa inn.

Vit taka bert ímótir kontantum og fara vit eisini at heita á tykkum um at hava reiðan pening um tit skulu keypa frá kaffidámunum sum vera í hvørjari sonu.

Góðan dyst øll somul!


Seinastu tíðindi

Dávid Langgaard gjørt nýggjan sáttmála við KÍ
16.06.2020
Ungdómsdeildin takkar Bláubylgju
15.06.2020
Víkingar á vitjan
11.06.2020
Í dag bera KÍ og NSÍ svart band um armin
07.06.2020
Norðoyastevnudystur í millum KÍ - NSÍ
04.06.2020