Norðoyastevnudystur í millum KÍ - NSÍ
Hóast Norðoyastevnan er øðrvísi í ár vegna Covid-19, er stevnudystur á skránni.
Gamalt var, at Norðyastevnudysturin gekk illa hjá KÍ. Hetta er tó broytt seinastu árini, har KÍ hava vunnið. Í fjør vann KÍ 2-1 á AB í yvirtíðini.
Í ár er Norðoyastevnudysturin ímillum KÍ og NSÍ. Klaksvíkingar byrjaðu illa við einum ósigri fyri B36 í fyrsta umfarið. Síðan hevur tó gingið eftir vild, og hevur KÍ nú vunnið 4 dystir á rað.
NSÍ er í líknandi støðu. Við 4 sigrum og einum ósigri, eru KÍ og NSÍ jøvn á 2. plássið.
NSÍ hevur málúrtøku á +13 og KÍ beint í hølunum við +11 mál.
Lagt er upp til eitt brak av einum toppdysti, sum Kári J. á Høvdanum bríkslar í gongd kl. 15.00 sunnudagin.
Vit hava deilt vøllin upp í 4 høvðussonur sum eru:
- Bøgøta deild upp í tvey.
- Vestari partur av skýlinum
- Eystari partur av skýlinum
- Jógvan W.gøta deild upp í tvey
Tað verður nokk av plássi til øll, men tað kann koma fyri at onkur sona verður full og tískil skulu tit fara til næstu sonu har tit sleppa inn.
Vit taka bert ímótir kontantum og fara vit eisini at heita á tykkum um at hava reiðan pening um tit skulu keypa frá kaffidámunum sum vera í hvørjari sonu.
Góðan dyst og góða Norðyastevnu øll somul!