KÍ royndarkoyrur slóbrótandi videoskipan

28. mai 2020

KÍ fer í kvøld í gongd við at royndarkoyra eina nýggja og slóbrótandi video skipan sum er sett upp við Djúpumýru,

Tað er MP Teknik og AVLux Føroyar, sum veita hesa skipan sum KÍ fer at royndarkoyra í fyrstu atløgu.

Talan er um videotól sum eru sett upp við vøllin sum koma at taka dystir og venjingar upp á video.

Skipanin ger tað møguligt hjá venjaratoyminum at endursíggja støður beinleiðis frá bonkinum, og kann venjarin brúka hettar amboði til at vísa leikarum ymiskar støður í hálvleikinum.

Men tað er ikki bara til dyst at hettar er eitt hent amboð. Til venjing kemur skipanin eisini taka upp og kunnu leikarar tí síggja eina støðu aftur og læra av tí. Venjarin fær eisini meira tilfar til at brúka í sínum arbeiði at menna liðið.

Tað er ikki bara Betri Menn sum fáa ágóðan av hesi skipan, men alt felagi frá Betri Kvinnum og niður í ungdómsdeildina.

Møguleiki verður eisini at stroyma ungdómsdystir oa. soleiðis at foreldir, ommur og abbar kunnu síggja síni børn spæla dyst um so er at tað ikki er møguligt at møta upp við Djúpumýru.

Skipanin er ment av AutomaticTV/MediaPro í Barcelona og er brúkt av fleiri stórum ítróttarfeløgum kring heimin har eitt nú LaLiga brúkar hana á øllum leikvøllunum.

Vit gleða okkum at royna hana og um tað eyðnast væl, verður hon sett upp permanent við Djúpumýru.

Fyrsta royndin veðrur gjørd til dystin í kvøld, hóskvøldið 28.05.2020.


Seinastu tíðindi

Fótbóltsakademi í Klaksvík
12.11.2020
U15 dreingir í finaluni
01.11.2020
Hálvfinala við Djúpumýru
31.10.2020
Kvinnurnar til Oslo
22.10.2020
FM dystur hjá KÍ kvinnum
16.10.2020