KÍ - EB/Streymur hóskvøldi kl 19.

27. mai 2020

Vit vera skjótt aftur við Djúpumýru, og møta hósdagin EB/Streymi. Vit vera øll samlað aftur eftir at Covid-19 virussið útsetti okkum kappingina, og seinni sendi áskoðarar til hús.

KÍ hava havt eina heldur ótrygga byrjan, har teir tapa fyri B36 í fyrsta umfarið. Tó hevur gingið framá síðan tá, og hava KÍ vunnið líka síðan.

Hjá EB/Streymi er støðan ikki tann sama. EB/Streymur var fyri ósigri í fyrsta og seinna umfarið, men fingu fyrstu stigini í sigri ímóti TB í seinasta umfarið.

Nú gleðast vit øll um, at vit aftur standa við Djúpumýru til dyst.
Vit vilja tí heita á øll, um at virða ætlanina, sum KÍ hava lagt í samstarv við FSF. Á hendan hátt kunnu vit halda áfram at rópa á okkara lið!

Vit hava deilt vøllin upp í 4 høvðussonur sum eru:
- Bøgøta deild upp í tvey.
- Vestari partur av skýlinum
- Eystari partur av skýlinum
- Jógvan W.gøta deild upp í tvey

Tað verður nokk av plássi til øll, men tað kann koma fyri at onkur sona verður full og tískil skulu tit fara til næstu sonu har tit sleppa inn.


Vit taka bert ímótir kontantum og fara vit eisini at heita á tykkum um at hava reiðan pening um tit skulu keypa frá kaffidámunum sum vera í hvørjari sonu.

Bjarki Danielsen bríkslar dystin í gongd kl 19.00.

Góðan dyst øll somul!


Seinastu tíðindi

Dávid Langgaard gjørt nýggjan sáttmála við KÍ
16.06.2020
Ungdómsdeildin takkar Bláubylgju
15.06.2020
Víkingar á vitjan
11.06.2020
Í dag bera KÍ og NSÍ svart band um armin
07.06.2020
Norðoyastevnudystur í millum KÍ - NSÍ
04.06.2020