Kom við KÍ til Stokkhólm og Friends Arena

20. juni 2017

KÍ leigar flogfar, nú kósin verður sett móti Stokkhólmi og størsta leikvøllinum í Skandinavia, Friends Arena, har KÍ spælir Europa League dyst hóskvøldið 6. juli.

KÍ hevur leingi arbeitt við eini ætlan um at leiga flogfar til fyrsta útidystin hjá KÍ í Europa í 10 ár. Men tað var sjálvsagt treytað av einum lutakasti, sum gjørdi hetta møguligt. Og á tí økinum var talan um eitt dreymalutakast hjá KÍ. Nú kanst tú uppliva dreymatúrin við KÍ í Europa fótbólti.

Leiðin gongur til høvuðsstaðin í Svøríki. AIK úr Stokkhólmi tekur ímóti á Friends Arena hóskvøldið kl. 19.00. Talan um um leikvøll, sum var tikin í brúk í 2012 og sum eisini er tjóðarleikvøllur hjá Svøríki. Hesin leikvøllur tekur 50.000 áskoðarar og er størsti leikvøllurin í Skandinavia. AIK telist millum størstu feløgini í Svøríki og hevur felagið m.a. seinastu 10 árini fleiri ferðir verið tað felagið, ið hevur havt í miðal flest áskoðarar til sínar heimadystir.

Í Stokkhólmi, har yvir 900.000 fólk búgva, eru nógvir møguleikar hjá teimum ferðandi at uppliva ymiskt spennandi hesar dagarnar.

Leiguflogfarið hjá KÍ fer úr Vága Floghavn mánakvøldið 3. juli kl. 21.45 beinleiðis til Stokkhólm. Flogferðin heimaftur verður fríggjamorgun kl. 01.30.

Lægsti kostnaður er 5995,00 kr. fyri hvønn.

Við í prísinum er: Flogferð og ferðaavgjøld, bussflutningur, hotell við morgunmati og atgongumerki til dystin.

Tilmelding og gjalding til túrin fer fram HER


Seinastu tíðindi

Liðskiparin á U21 landsliðnum spælir í 2018 við KÍ
15.11.2017
Oddur nýggjur ungdómsvenjari
07.11.2017
Tann óhoyrdi ágangurin
26.10.2017
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
26.10.2017
Tveir ungir KÍ leikarar gjørt sáttmála
26.10.2017