KÍ sóknast eftir ábyrgdafólk til Heilsufótbólt.

26. februar 2020

Heilsufótbóltur er fyri tey sum ynskja at røra seg. Ein løtt venjing við upphiting og dyst.

Fleiri kanningar hava víst, at Heilsufótbóltur er gott fyri at viðgera lívstílssjúkur sum diabetes og hjarta- og æðrasjúku.

Um tú hevur áhuga við hjálpa okkum(KÍ), at fáa Heilsufótbólt upp at stand í Klaksvík, so vinaliga set teg samband við Hans Jacob Heinesen á tlfnr. 281904, ki@ki.fo ella facebook. Frá honum fæst meir kunning.

Sum støðan er nú, so eru fólk klár til at hjálpa til, men vit ynskja at verða fleiri, so tað verður lættari fyri teimum sum hava ábyrgd.

Um hettar eydnast, so verður venjingin hvørt hóskvøld kl. 20:30


Seinastu tíðindi

KÍ avlýsir allar venjingar hjá ungdómsdeildini fyribils.
12.03.2020
KÍ sóknast eftir ábyrgdafólk til Heilsufótbólt.
26.02.2020
Kasper Hjulmand á vitjan hjá KÍ
24.02.2020
2 Mars. frá kl 17:00 til 19:00 verður tilmeldingardagurin hjá KÍ
20.02.2020
A-venjara útbúgvingin á vitjan hjá KÍ
18.02.2020