Kasper Hjulmand á vitjan hjá KÍ

24. februar 2020

Komandi vikuskifti fær KÍ sera forkunnuga vitjan. Talan er um komandi danska A-landsliðsvenjaran, Kasper Hjulmand, ið frá 1. August 2020 tekur yvir eftir Åge Hareide.

47 ára gamali Kasper Hjulmand, hevur verið venjari hjá Bundesliga-felagnum Mainz 05, Lyngby og FC Nordsjælland, har hann hevur verið venjari í tveimum umførum.

Fyrra tíðarskeiðið hjá FC Nordsjælland eydnaðist serliga væl, har felagið gjørdist danskur meistari í 2012, og fekk samstundis beinleiðis atgongd til Champions Leagues bólkaspælið.

Kappingarárið 2014 var hann venjari hjá Bundesliga-felagnum Mainz 05. Í 2016 kom hann aftur til FC Nordsjælland, har hann kappingarárið 2017/2018 við felagnum gjørdist nummar trý.
Hansara eyðkenni er góður álops- og 'possession' fótbóltur, ið ofta verður settur í samband við FC Barcelona.

Kasper kemur at hyggja at felagnum og ráðgeva hvussu vit kunnu gerast eitt serkari altjóða felag. Fríggjakvøldi hevur KÍ eitt serligt tiltak fyri sponsorunum har Kasper kemur at hava ein fyrilestur fyri teimum.

Kasper kemur at vera saman við Mikkjal til venjingar og til stórsteypadystin ímillum KÍ-HB sum verður spældur á Tórsvølli leygardagin kl. 19.


Seinastu tíðindi

KÍ skal spæla ímótir SK Slovan Bratislava
09.08.2020
Heini Vatnsdal til KÍ!
25.07.2020
KÍ tryggjar seg á málmanspostinum
17.07.2020
KÍ hevur gjørt sáttmála við nýggjan miðvallara
12.07.2020
Dávid Langgaard gjørt nýggjan sáttmála við KÍ
16.06.2020