Aðalfundur hjá KÍ

11. januar 2020

Ársaðalfundurin 2020 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á Loftinum mánadagin tann 27. januar kl 19:30

Skrá samb. lóg felagsins.

  1.  Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
  2.  Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 4.
  3. Ársfrágreiðing frá formanni.
  4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  5. Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.
  6. Innkomin mál.
  7. Valevni til formann, næstformann ella nevndarlim hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
  8. Val av nevnd.
  9. Val av grannskoðara.
  10. Ymiskt.

Allir limir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru hjartaliga vælkomin. Hettar eru tey ið hava goldið limagjald fyri 2019 annahvørt sum hvílandi limur ella leikaragjald.

Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum og gjaldast skal kontant. Gjaldi fyri hvílandi limir er 400 kr. árliga.

Gjaldast kann eisini við at flyta á 9865-102.770.5


Seinastu tíðindi

Aðalfundur hjá KÍ
11.01.2020
Gleðilig Jól
23.12.2019
Bylgju Cup 2019
23.12.2019
KÍ´arar trívast á landsliðunum
19.12.2019
KÍ og Mikkjal leggja 3 ár afturat
17.12.2019