KÍ´arar trívast á landsliðunum

19. desember 2019

Umframt gullið í meistardeildini, kvinnudeildini, 1.deild-menn og úrslitini í Euro League kappingini, fegnast Klaksvíkar Ítróttarfelag stórliga um umboðanina á landsliðunum.

A-landsliðið hjá monnum hevur síðstu árini í stóran mun verið mannað av leikarum, sum spæla í kappingum í grannalondunum. Í ár kann sigast, at Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava staðfest, at heimligu KÍ-leikararnir hava víst sannførandi støði.


Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen, Jóannes Kalsø Danielsen, Kristian Joensen og Jákup Biskopstø Andreasen hava í alt tilsamans verið úttiknir 30 ferðir í 2019. Hetta man vera besta landsliðsárið hjá KÍ í nýggjari tíð.
Spennandi verður hjá KÍ, hvussu komandi árini fara at roynast saman við nýggja landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson.

KÍ ynskir Håkan vælkomnan og bestu eydnu í nýggja starvinum.


Seinastu tíðindi

KÍ avlýsir allar venjingar hjá ungdómsdeildini fyribils.
12.03.2020
KÍ sóknast eftir ábyrgdafólk til Heilsufótbólt.
26.02.2020
Kasper Hjulmand á vitjan hjá KÍ
24.02.2020
2 Mars. frá kl 17:00 til 19:00 verður tilmeldingardagurin hjá KÍ
20.02.2020
A-venjara útbúgvingin á vitjan hjá KÍ
18.02.2020