KÍ og Mikkjal leggja 3 ár afturat

17. desember 2019

Mikkjal K. Thomassen byrjaði sum venjari hjá KÍ í 2015 og leggur nú 3 ár aftur at starvstíðini.

Síðan Mikkjal tók við sum høvuðsvenjari hevur eyðsýnd framgongd verið á besta mansliðnum. Liðið hevur síðstu trý árini umboða føroyskan fótbólt í Euro League, hevur vunnið løgmanssteypið og í ár FM-heitið.

Eftir kappingarlok hevur leiðsla felagsins saman við høvuðsvenjaranum arbeitt miðvíst við at fyrireika
felagið til komandi kappingarár. Felagið fegnast um, at flest allir heimligu lyklaleikararnir halda fram í 2020.
Nakrir av útlendingunum er givnir og leita verður nú eftir teimum síðstu avloysarunum.

Málið hjá besta mansliðnum komandi ár er framhaldandi, at vera í oddinum í meistardeildini og tryggja
føroyskum fótbólti bestu atgongd í UEFA-kappingunum. Meistaraliðið skal framhaldandi savna allar
norðingar og vera lokomotivið, sum eggjar børnum og ungum at vera partur av felagnum.

Við hesi gávuni vil felagið takka limum, sponsorum og øllum KÍ-viðhaldsfólki fyri 2019 við ynski um eini
gleðilig jól og harrans signing í komandi ári!


Seinastu tíðindi

KÍ avlýsir allar venjingar hjá ungdómsdeildini fyribils.
12.03.2020
KÍ sóknast eftir ábyrgdafólk til Heilsufótbólt.
26.02.2020
Kasper Hjulmand á vitjan hjá KÍ
24.02.2020
2 Mars. frá kl 17:00 til 19:00 verður tilmeldingardagurin hjá KÍ
20.02.2020
A-venjara útbúgvingin á vitjan hjá KÍ
18.02.2020