Selja atgongumerki í Klaksvík til FM dystin

24. oktober 2019

Í samstarvi við KÍ hevur B36 gjørt av, at atgongumerki til stóru FM-finaluna verða seld, tá upphiting verður í KÍ-høllini leygardagin.

- Tað er lítið at ivast í, at nógv fólk kemur til dystin, og tí er vandi fyri, at bíðirøðirnar gerast dekan ov langar, um øll skulu keypa atgongumerkið á staðnum, sigur Jákup Mørk, formaður í B36.

- Tí skipa vit saman við KÍ fyri, at fólk kunnu keypa atgongumerki undir upphitingini. Í Gundadali skipa vit økið soleiðis, at ein geiri verður til fólk, sum longu hava atgongumerki, og soleiðis kunnu hesi sleppa skjótari inn á stadion.

Sølan av atgongumerkjum undir upphitingini fer fram millum klokkan 10 og 11.

Atgongumerki kann eisini keypast við dyrnar í Gundadali.


Seinastu tíðindi

Filmsbrot // KÍ Føroyameistarar 2019
02.11.2019
Føroyameistarar 2019
28.10.2019
Gull til 1.deild mennirnar
25.10.2019
Selja atgongumerki í Klaksvík til FM dystin
24.10.2019
Stórur áhugi fyri Ársveitsluni hjá KÍ
23.10.2019