Ársveitsla 2019

09. oktober 2019

Aftur í ár samlast vit um Klaksvíkar Ítróttarfelag til eina stórslignu ársveitslu í Batmintonhøllini. Vit spíla okkum út og gera nógv burtur úr góða árinum hjá bæði monnum og ikki minst kvinnunum.


Verturin til veitsluna verður eingin annar enn Rudolf Joensen sum uttan yva klárar at fáa okkum øll í góðan hýr.
Tit koma ikki at sita svong, tí Gepetto kemur at servera eina lekkra 3-rættaða matarskrá.

Á pallinum koma tit at uppliva undirhald og Dynamit Hit! eisini verður ymiskt annað sum vit ikki hava at avdúka her.

Myndaboks verður í høllini har tit kunnu ogna tykkum eina stuttliga mynd sum minni frá veitsluni.

Sjálvandi verður dentur lagdur á fótbóltsárið har høvuðsvenjarin hjá Betri Monnum Mikkjal Thomasen kemur at taka saman um. Vit fara eisini at heiðra bestu leikararnar hjá monnum og kvinnum.

KÍ Kvinnurnar eru aftur Føroyameistarar og tær skulu heiðrast fyri sítt megnar avrik.

Mennirnir koma at spæla um FM heilt til sísta bríksl og vónirnar eru sjálvsagt at hettar gerst ein sann GULL veitsla eftir 20 ár!

At enda spæla Fourmenh til dans og DJ-Cool vendir plátum.

Seinasta freist at keypa atgongumerkið er mikudagin 23. Okt. kl. 18.

Keyp atgongumerkið HER!


Seinastu tíðindi

Filmsbrot // KÍ Føroyameistarar 2019
02.11.2019
Føroyameistarar 2019
28.10.2019
Gull til 1.deild mennirnar
25.10.2019
Selja atgongumerki í Klaksvík til FM dystin
24.10.2019
Stórur áhugi fyri Ársveitsluni hjá KÍ
23.10.2019