Oddmar í KÍ blusu

03. september 2019

29 ára gamli Odmar Færø hevur í 2019 spælt í HamKam í næstbestu norsku deildini. Men í 2020 verður tað í konga-bláum, at Odmar Færø kemur at spæla. Odmar hevur annars bara umboðað B36 í bestu deildini í Føroyum, har hann eisini hevur verið liðskipari m.a. í fjør, tá B36 vann løgmanssteypið í einari minniligari steypafinalu, har Odmar bleiv valdur til dagsins leikara. Odmar bleiv valdur til ársins verjuleikara í Føroyum í 2011, 2015 og 2017. Odmar spældi stóran leiklut, tá B36 í 2011, 2014 og 2015 vann FM. Eisini hevur Odmar spælt 28 A-landsdystir.

Sáttmálin millum Odmar og KÍ er galdandi fyri kappingarárini 2020, 2021 og 2022.

 


Seinastu tíðindi

U15 gentur steypavinnarar
21.09.2019
Vit eiga 4 við U16 dreingjalandsliðinum
20.09.2019
Okkara kvinnur føroyameistarar
20.09.2019
Videosamandráttur og myndir
13.09.2019
Okkara U15 dreingir steypavinnarar
12.09.2019