Klassikarin í føroyskum fótbólti!

26. august 2019

Sunnudagin koma havnamenn úr HB á vitjan í Klaksvík. Hesin dysturin verður vanliga róptur tann føroyski klassikarin. Hetta kemur frá tíðini, har HB og KÍ vóru absolutti toppurin í føroyskum fótbólti. Eisini kemur hetta av uppgerðini ímillum Tórshavn og Klaksvík.

Júst hesin klassikarin hevur nógv at siga. Tapa klaksvíkingar, so er FM brádliga langt vekk. Tapa havnamenn hinuvegin, so er FM stríðið hjá teimum av.

HB møta upp við einum góðum 3-1 sigri á Víkingi í kuffertinum. Tá var tað Adrian Justinussen, sum við hattrikki, skoraði øll málini fyri HB.

KÍ møta upp við einum 1-0 sigri á EB/Streymi í mentu. Eisini kann væntast, at klaksvíkingar eru eyka uppsettir at endiliga vinna á HB aftur. KÍ og HB hava í ár leikt fýra dystir, tveir eru endaðir við javnleiki og tveir eru endaðir við sigri til HB.

Lagt er upp til ein óvanliga spennandi dyst, har bæði liðini eru noydd at fara eftir sigrinum.
Tórshavn ella Klaksvík?

Atgongumerki kunnu keypast HER

Góðan dyst øll somul!


Seinastu tíðindi

U15 gentur steypavinnarar
21.09.2019
Vit eiga 4 við U16 dreingjalandsliðinum
20.09.2019
Okkara kvinnur føroyameistarar
20.09.2019
Videosamandráttur og myndir
13.09.2019
Okkara U15 dreingir steypavinnarar
12.09.2019